Rúna Ingunardóttir er sett í starv sum kommunuskrivari í Vestmanna.

Rúna Ingunardóttir er 39 ára gomul og hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og dagligur leiðari innan ymiskt virksemi, bæði í Danmark og í Føroyum. Seinastu fimm árini hevur hon búð í Vestmanna og verið samskipari hjá Landsfelagsskapinum Barnabata. Har hon hevur verið verkætlanarleiðari á umfatandi ætlanum í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet. Ígjøgnum…