Nú er prísurin hækkaður til Rokkur í Vestmanna. 

Nógv hava ognað sær atgongumerki fyri tann bíligari prísin. Enn er gjørligt at ognað sær atgongumerki fyri 400 kr á atgongumerki.fo   Um Rokkur í Vestmanna Í samband við Vestmannadagarnar, ið vera í Vestmanna í døgunum 6. til 12. september verður stór rokkkonsert leygarkvøldið 11. september. Talan er nevnliga um eina konsert við føroysku Brim,…

Rúna Ingunardóttir er sett í starv sum kommunuskrivari í Vestmanna.

Rúna Ingunardóttir er 39 ára gomul og hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og dagligur leiðari innan ymiskt virksemi, bæði í Danmark og í Føroyum. Seinastu fimm árini hevur hon búð í Vestmanna og verið samskipari hjá Landsfelagsskapinum Barnabata. Har hon hevur verið verkætlanarleiðari á umfatandi ætlanum í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet. Ígjøgnum…

Kommunuskrivstovan í summarfrí

  Kommunuskrivstovan er stongd frá mándadegnum 19. juli til og við fríggjadagin 6. august   Eru átrokandi boð, kann ringjast til: Kommunuskrivstovuna    tlf:  770 109 Arbeiðsformannin            tlf:  770 126   Ella send ein teldupost til: Kommunuskrivstovuna vestmanna@vestmanna.fo  

Mia svam fyri drotningini

Í morgun var móttøka fyri hennara hátign Margretu drotning II á Reyða torginum í Vestmanna, har borgarstjórin, Pauli Trónd Petersen, saman við eini stórari fjøld tóku væl ímóti henni. Eftir røðuna í fína veðrinum var lurtað eftir fagra sanginum hjá Vestmanna sangkór. Tá hendan løtan var av, fór hennara hátign til Heimið á Grønanesi at…

Ferðslan í samband við drotningavitjanina

Ymsar avmarkingar vera í ferðsluni leygarmorgunin í samband við drotningavitjanina. ·         frá kl. 800 til 1030 verður Heygagøta stongd frá gamla posthúsinum oman til Torgið ·         frá kl. 800 til 1030 verður kaibrekkan við bedingina stongd frá niðaneftir ·         frá kl. 800 til 1030 verður eingin gjøgnumkoyring á Bakkavegi frá Sýslumanshúsunum inn til Torgið  …

Hennara hátign Margretha drotning til Vestmanna

Leygardagin 17. juli 2021 vitjar Margretha drotning í Vestmanna., og skráin fyri vitjanina er hendan: Kl. 10.00 Móttøka á Torginum Pauli T. Petersen, borgarstjóri, tekur ímóti saman við blómubørnum og bygdarráði. Vestmanna Sangkór luttekur. Síðani verður farið út á Heimið á Grønanesi, har ið drotningin verður víst runt á heiminum og fær høvi at heilsa…

Kommunulæknin í summarfrí

Læknaviðtalan í Vestmanna er í summarferiu frá 12. juli til og við 6. august. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp ella bílegging av heilivági hetta tíðarskeiðið, kann ringjast til kommunulæknan í Kollafirði á tlf 302420. Heimasíðan minlaekni.fo hjá viðtaluni í Vestmanna er ikki virkin hetta tíðarskeiðið.

Vit leita eftir kommunuskrivara

Vestmanna kommuna skal hava nýggjan kommunuskrivara, ið saman við bygdarráði og umsiting skal standa fyri støðugu menningini av kommununi. Kommunuskrivarin er starvsfólkaleiðari fyri 80 starvsfólk, ið starvast innan ymisk øki hjá kommununi.