Bygdarráðsfundur fluttur

Av serligum áðum er bygdaráðsfundurin fluttur til mánadagin tann 29. november 2021 kl. 19:00.   Almennur bygdarráðsfundur verður á Kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnari hurð: Dagsskrá:   Mál 69 2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri Vestmanna Kommunu fyri 2022 J.nr. 30102-1-2021   Pauli T. Petersen, borgarstjóri Vestmanna 22. november 2021  

Frítíðarstovan stongd í 10 dagar

Hesar seinastu dagarnar er fleiri smittutilburðir staðfestir millum børnini í frítíðarstovuni. Í samráð við landslæknan steingja vit frítíðarstovuna frá í dag tann 22. november 2021 og 10 dagar fram. Børnini eru vælkomin aftur í frítíðarstovuna tann 3. desember 2021, eftir at tey hava negativa kanning. Foreldrini skulu fylgja boðunum frá skúlanum um kanningar og sóttarhald.…

Skitsuuppskot til miðstaðarøkið í Vestmanna

Vestmanna Fiskavirki hevur latið gjørt eina skitsuverkætlan til miðstaðarøkið í Vestmanna. Eyðun Olsen, stjóri, greiðir soleiðis frá uppskotinum: “Skitsuuppskotið er ikki eitt ”liðugt” prosjekt men eitt opið hugskotskatalog til eitt nýtt miðstaðarhús, ið vónandi fer at kveikja hugskot og skapa møguleikar og samstørv til gagns fyri framtíðina í Vestmanna.” Skitsuupskotið verður sýnt fram á kommunuskrivstovuni…

Skrá til bygdarráðsfundin 24. november 2021

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 24. november 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Dagsskrá: Mál 66 Umlegging av á omanfyri Fjallsveg. J.nr.: 600002-1-2021   Mál 67 Tilmæli frá Teknisku Nevnd til umsókn frá Sigbjørn Skúvadal um marknaumskipan ímillum ogn hansara matr. nr. 205cv og matr. nr. 205co hjá Biritu Gunnarsdóttir…

Frítíðarstovan stongd hósdagin og fríggjadagin

Vegna koronastøðuna, er frítíðarstovan stongd hósdagin 18. november og fríggjadagin 19. november 2021. Vestmanna Skúli hevur sett fyribyrgjandi mannagongdir í verk. Ein liður í hesum er at flokkarnir ikki verða blandaðir saman. Í Frítíðarskúlanum er tað ikki er gjørligt at fylgja hesi ætlan. Vit meta tí, at tað er mest ráðiligt, at steingja í nakrar…

Borgarafundur útsettur vegna koronutilmælini.

Bygdarráðið í Vestmanna samtykti á fundi tann 25. august 2021 at hava ein borgarafund hálvan november saman við kirkjuráðnum um flyting av minnisvarða og nýgerð av gamla kirkjugarðinum. Ætlanin var at hava ein borgarafund um minnisvarðan í fjør, men so kom korona. Aftur hesaferð má borgarafundurin um minnisvarðan og kirkjugarðin útsetast vegna koronutilmælini. Bygdarráðið heldur…

Ungdómshúsið Staðið stongt í kvøld 5. november

Vegna koronustøðuna er Ungdómshúsið Staðið, tíverri stongt í kvøld tann 5. november 2021. Tó, at vit ikki kenna til nakran beinleiðis tilburð á Staðnum, eru nógvir koronutilburðir í nærumhvørvinum. Vit meta tí, at tað er mest ráðiligt, at steingja nakrar dagar. Vit eftirmeta støðuna mánadagin. Starvsfólkini á Staðnum gleða seg, at síggja tykkum aftur.

Kirkjuráðsvalið 2021

Kirkjuráðsval var í gjár 2. november 2021 og vóru hesi fólk vald í Vestmanna Kirkjuráð: Jóan Magnus Olsen Tordis Nielsen Finngerð Egilsnes Debes Eyðun Leo Sveinbjørn Poulsen Sofus Johannesen Páll Hellu Eykalimir vera: Eydna á Rógvi Simonsen og Bjarta á Rógvi Isaksen.