Bøgarðar og hegn í seyðahøgum standi

Í seinasta lagi 14. mai skulu garðar og hegn í Vestmanna Kommunu verða í seyðahøgum standi. Hegn og bøgarðar skulu vera so mikið høgir, at seyður ikki leypur innum. Vanligt var at siga, at hæddin skuldi vera upp undir hondina á einum vaksnum manni. Seyðurin skal eftir hetta vera uttangarðs. Antin skal seyðurin út í…

KVONN – konsert á Bryggjuni 16. mai kl. 16.00

Í samband við Summatónar í ár fer bólkurin KVONN at hava konsert á Bryggjuni í Vestmanna sunnudagin 16. mai kl.16. Bólkurin Kvonn er mannaður við so matum tónleikarum sum: Angelika Nielsen (violin), Sharon Weiss (recorder), Ívar Bærentsen (mandolin, guitar), Kristian Blak (piano), Mikael Blak (bass). Les meira um bólkin her: https://www.kristianblak.com/kvonn Atgongumerki á 50 kr.…

Starvslýsing: Leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu

Søkt verður eftir leiðara til dagstovnaøkið í Vestmanna kommunu at byrja 16. august 2021 ella sambært avtalu. Leiðarin kemur at hava ábyrgdina av Gjáarlon, Látipípuni og Frítíðarstovuni, ið eru stovnar við børnum frá 1-ára aldri og til børn, ið ganga í 3. flokki. Stovnarnir eru grønir stovnar við góðum innan- og uttandura umstøðum, har vit…

Rørslureikan

Vestmanna kommuna hevur sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum í Vestmanna, og tað er borgarin, sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboðunum passar viðkomandi best.…

Closed for maintenance í Vestmanna

Seinasta vikuskiftið 23. og 24. apríl var Closed For Maintenance tiltakið í Vestmanna, har vit eftirhugdu varðagøtuna til Hvalvíkar og vegin til Saksunar. Við vóru 16 fólk, bæði úr Vestmanna og aðrastaðni í Føroyum. Dagurin byrjaði á Disvoy við morgunmati, har greitt bleiv frá dagsins gerningi. Síðan fingu vit matpakka og okkurt drekkandi við í…

1. mai hald í Vestmanna

Georg F. Hansen og Mary Antonsdóttir røða 1. mai í Vestmanna Leygardagin kl. 16 verður 1. Mai-hald á Reyða torginum í Vestmanna. Røðarar verða Georg F Hansen, formaður Føroya Arbeiðarafelags, og Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya.Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags. Ljóðtøkni skipar Pauli Magnussen á Staðnum.Eftir fundin…

Niðari Vegur stongdur í dag

GG: Vegurin er opin aftur. Vegna vegarbeiði verður Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring í dag, mikudagin 28. apríl 2021. Vegurin verður stongdur, til arbeiðið er liðugt. Arbeitt verður á Fitjum, so vegurin er opin uttanífrá inn til Seglhúsið.

Flaggdagsrøðan hjá Ingilín Didriksen Strøm

Nær ella fjart, ert tú sál míni kært   Luftin, tá vit koma út úr flogfarinum í Vágum aftaná eina langa feriu. Angin av nýbakaðum breyði, tá tú kemur inn í gongina hjá ommu. Klemmi frá børnunum, tá tú heintar tey í barnagarðinum eftir ein langan arbeiðsdag. Hendurnar í svalligu moldini. Nýsligin bøur. Regnið, ið…

Skrá til bygdarráðsfundin 28.04.2021

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 28. apríl 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Mál 22 Mál frá Fíggjarnevndini um Økið á Fitjum kring standmyndinina av Ólavi á Heygum J.nr. 2000002-14-2020   Vestmanna, 22. apríl 2021 Pauli T. Petersen, borgarstjóri