Í seinasta lagi 14. mai skulu garðar og hegn í Vestmanna Kommunu verða í seyðahøgum standi.
Hegn og bøgarðar skulu vera so mikið høgir, at seyður ikki leypur innum. Vanligt var at siga, at hæddin skuldi vera upp undir hondina á einum vaksnum manni. Seyðurin skal eftir hetta vera uttangarðs. Antin skal seyðurin út í hagan ella verða á traðunum.
Hegnsýnisnevndin hevur umsjón við gørðunum, og eru viðurskiftini ikki í lagi, verða garðarnir gjørdir, uttan aðra ávarðing, fyri eigarans rokning.
Hegnsýnisnevndin