Vestmanna kommuna hevur sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum í Vestmanna, og tað er borgarin, sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboðunum passar viðkomandi best.
Eitt nú vera gongutúrar, fimleikur, badminton, heilsufótbóltur, súkklutúrar, havatúrar og annað stuttligt og áhugavert.
Lagt er eisini upp til, at onnur av sínum eintingum eru við til at skapa ein serliga dám í Vestmanna, har heilsan fær uppmerksemi. Øll eru vælkomin við og einans hugflogið setur mark fyri, hvat letur seg gera, tá heilsan skal røkjast.
Onkur tiltøk koma afturat skránni, sum mánaðurin líður, og veðrið kann eisini føra til nakrar broytingar. Fylgið við á Facebook-tiltakinum Rørslureikan og á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu vestmanna.fo.
Mánaðurin, ið vit hava valt at kalla Røslureikan, byrjar leygardagin 1. mai á skúlaplenuni.
Vit gleða okkum at síggja tykkum!