Seinasta vikuskiftið 23. og 24. apríl var Closed For Maintenance tiltakið í Vestmanna, har vit eftirhugdu varðagøtuna til Hvalvíkar og vegin til Saksunar. Við vóru 16 fólk, bæði úr Vestmanna og aðrastaðni í Føroyum.
Dagurin byrjaði á Disvoy við morgunmati, har greitt bleiv frá dagsins gerningi. Síðan fingu vit matpakka og okkurt drekkandi við í sjáttuna, áðrenn leiðin gekk niðan í hagan.
Endamálið við døgunum var at seta skelti upp, soleiðis at tað er lættari at finna veg. Eisini settu vit steyrar niður, har tað var langt millum varðarnar. Har tað var neyðugt, bygdu vit nýggjar varðar og hampaðu teir gomlu varðarnar.
Tað var av fagrasta veðri báðar dagarnar, og fólk vóru arbeiðssom. Á myndunum sæst okkurt av tí, sum kom burturúr.