veks bumerki

Fyribyrgjandi venjingar 2021/2022

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur og verða í vetur á hesum støðum: Eiði Hólmahúsið – mánadag og hósdag frá kl. 09:00 – 10:00 Byrjað verður mánadagin 6. sept. 2021. Oyrarbakki Fimleikarhøllin í Skúlanum við Streymin – mánadag og hósdag frá kl. 13:00 – 14:00 Byrjað verður mánadagin 6. sept. 2021. Kvívík Fimleikarhøllin í skúlanum –…

Kirkjuráðsval 2021

Góðu kirkjufólk Nú stundar til kirkjuráðsval, har høvið verður at velja nýtt kirkjuráð. Valið verður týsdagin 2. november í forkirkjuni. Dyrnar lata upp kl. 10.00 og opið verður til kl. 20.00. Øll kirkjufólk yvir 18 ár, sum standa á vallistanum 26. oktober 2021, hava valrætt. Verið vælkomin at gera ein lista við valevnum. Dømi upp…

Skráin fyri Vestmannadagar 2021

Skráin fyri Vestmannadagar, 6. til 12. september, er nú tøk á heimasíðu okkara. Hetta er áttandu ferð, at skipað verður fyri hesi mentanarviku. Undir fyrireikingunum hava vit møtt vælvild frá øllum, sum vit hava heitt á. Takk fyri tað! Uttan tykkara hjálp og beinasemi, hevði tiltakið ikki verið til veruleika. Skipað verður fyri fyrilestri, áhugaverdum…

Skrá til bygdarráðsfundin 25.08.21

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 25. august 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Mál 39 Tilmæli frá umsitingini um heimild at undirskriva skjøl viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn o.t. J.nr. 15152-1-2021 Mál 40 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um marknaðarumskipan ímillum matr. nr. 16g, 162d og 177d. J.nr.: 104002-6-2021 Mál 41 Tilmæli frá…

Rúna Ingunardóttir er sett í starv sum kommunuskrivari í Vestmanna.

Rúna Ingunardóttir er 39 ára gomul og hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og dagligur leiðari innan ymiskt virksemi, bæði í Danmark og í Føroyum. Seinastu fimm árini hevur hon búð í Vestmanna og verið samskipari hjá Landsfelagsskapinum Barnabata. Har hon hevur verið verkætlanarleiðari á umfatandi ætlanum í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet. Ígjøgnum…

Kommunuskrivstovan í summarfrí

  Kommunuskrivstovan er stongd frá mándadegnum 19. juli til og við fríggjadagin 6. august   Eru átrokandi boð, kann ringjast til: Kommunuskrivstovuna    tlf:  770 109 Arbeiðsformannin            tlf:  770 126   Ella send ein teldupost til: Kommunuskrivstovuna vestmanna@vestmanna.fo