Nú verða koronukanningar gjørdar í Miðhøllini (Hallarvegur 16, 350 Vestmanna).
Endiliga er avtala komin upp á pláss við Sjúkrahúsverkið um, at Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna kunnu kanna sínar borgarar fyri koronu í Vestmanna skúla.
Kommunurnar fegnast um, at hetta nú kann lata seg gera og vóna, at borgarnir í bygdunum fara at nýta hetta tilboðið, so vit kunna basa koronu í okkara bygdum og koma hartil, at vit øll kunnu fá ein vanligan gerandisdag aftur, og ikki minst, eini koronufrí jól.
Latið okkum nú í felag basa koronu og fylgja teimum tilmælum, sum eru sett í verk.
Bílegging fer fram á korona.fo
Longu nú er gjørligt at bíleggja sær tíðir til fríggjadagin 26. og sunnudagin 28. november 2021
klokkan 17:00 – 19:00
Vinarliga
Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna