Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Mihøllini:
- týskvøldið 30. november.
- fríggjakvøldið 3. desember.
Bílegg kanning á korona.fo.
517 koronukanningar gjørdar í Vestmanna.
Fríggjakvøldið 26. november vóru 248 fólk kannað í Vestmanna. Vegna serliga umstøður kom kanningarútgerðin ov seint frá Sjúkrahúsverkinum, og koronutoymið kundi ikki fara til verka til ásettu tíð. Hetta elvdi til langa bíðirøð.
Sunnukvøldið 28. november vóru 269 fólk kannað í Vestmanna uttan bíðirøð.
Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna vilja hervið takka koronutoyminum fyri teirra góða arbeiði. Kanningar í Vestmanna eru bert, í meðan smittutrýstið er so høgt í Norðurstreymoy.
Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru.
- Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
- Hosta og njós í ermuna – ikki í hendurnar.
- Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
- Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
- Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
- Minst til altíð at halda frástøðu.
- Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
- Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.