Til foreldur at næmingum í Vestmanna skúla.
Góðu foreldur, sum vit øll vita, so hevur korona smittan gjørt um seg í skúlanum í langa tíð. Nú eru rættiliga nógv smittað, og Lars Fodgaard Møller landslækni hevur verið í samband við skúlan í dag, og er komin við hesum boðum:
Vestmanna skúli steingir vegna koronu frá hósdegnum 25.11.2021 til og við 5. 12.2021. Landslæknin heitir staðiliga á foreldur um at hava børnini heima hetta tíðarskeiðið, fyri at vit kunnu basa smittuni.
Mint verður eisini á um at lata tykkum pota fyri koronu.
Skúlagongd verður aftur sum vanligt 6.12.2021., umráðandi er, at øll, sum møta í skúlanum hava negativa koronutest, ella eru vorðin frísk aftur av koronu.
Hetta tíðarskeiðið meðan skúlin er stongdur fylgja 1. til 4. flokkur vikuætlanini, og gera tey skúlatingini heima, sum har standa.
5. til 10. flokkur fáa undirvísing umvegis Meet.
Í morgin 24.11.2021 verða skúlastovurnar opnar í grund og miðdeildini frá kl. 14.00 til kl. 16.00, so foreldur kunnu fara í skúlan eftir bókunum.
Um nakað er at spyrja um, vinaliga seti tykkum í samband við Vestmanna Skúla.