Søkt verður eftir leiðara til dagstovnaøkið í Vestmanna kommunu at byrja 16. august 2021 ella sambært avtalu.
Leiðarin kemur at hava ábyrgdina av Gjáarlon, Látipípuni og Frítíðarstovuni, ið eru stovnar við børnum frá 1-ára aldri og til børn, ið ganga í 3. flokki.
Stovnarnir eru grønir stovnar við góðum innan- og uttandura umstøðum, har vit fara væl um umhvørvið bæði inni og úti.
Vit leggja dent á at menna børnini sosialt, málsliga og likamliga, og at tað einstaka barnið kennir seg trygt og blómar, meðan tað er á stovni hjá okkum.
Vit bjóða:
- eitt gott umhvørvi, har fólk trívast
- góðar arbeiðsumstøður
- góðar menningarmøguleikar
Vit ynskja, at tú:
- hevur útbúgving sum námsfrøðingur og hevur viðkomandi leiðsluroyndir
- góðar telduførleikar
- dugir fyrisiting og fíggjarstýring
- dugir væl við fólki og samstarvar væl
- ert savnandi
- hevur góð leiðaraevni
- framhaldandi vilt menna námsfrøðiliga arbeiði
- leggur dent á menning og trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum
- hevur gott samskifti við allar áhugapartar
Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Maud Poulsen, kommunuskrivara, á tlf. 770102 ella telduposti til maud@vestmanna.fo
Lønarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn
Umsókn, lívsrensl, prógv og viðmæli skulu sendast til input@input.fo í seinasta lagi
28. mai 2021 kl. 12.00.