Væleydnað Válan í Vestmanna 2022

Válan í Vestmanna er nú farin afturum. Fimm ymisk støð vóru leygarkvøldið 23. apríl 2022 pallar til fimm sera ymisk tónleikanøvn. Dupultkvartettin í Ebenezer, Lena og Niclas, Jens Marni Hansen, Høgni Lisberg og Frændur. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni.   Takk fyri hesaferð. Myndir síggjast her

Broyting í reglugerðini fyri kirkjugarðarnar

Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi tann 30. mars 2022 tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini og ummæli frá Kirkjuráðnum um broyting í reglugerð fyri kirkjugarðarnar. Broytingin fevnir um, at D. Festibræv §8, stk. 1, í reglugerð fyri kirkjugarðarnar í Vestmanna verður broytt soleiðis, at ein maki kann jarðast í somu grøv sum maki sín.   Tað…

Skrá til bygdarráðsfundin 4. mai 2022

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 4. mai 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerar fyri opnari hurð   Mál 85 Tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini viðvíkjandi frítíðaransingini, í samband við fyrispurning frá Vestmanna Skúla um styttan skúladag til fyrsta flokk. J.nr.: 1606002-2-2022   Mál 86 Tilmæli frá Fíggjarnevndini til umsókn frá Bátastevnunevndini um…

Lendi til velting og gróðurseting

Vestmanna Kommuna bjóðar hervið lendið omanfyri Grótbrotið í Stóragerði til velting og aðra gróðurseting. Tá søkt verður um brúksrætt til lendi, skal hetta gerast skrivliga við frágreiðing um, hvat ætlanin er at velta ella gróðurseta á lendinum. Áhugað skulu skrivliga søkja um brúksrætt antin við vanligum brævi ella við telduposti á vest-manna@vestmanna.fo.   Reglugerð fyri…

Starvslýsing – VEKS

Hevur tú hjarta fyri okkara eldru? VEKS søkir eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum, hjálparfólki og frítíðaravloysarum. Vilt tú verða við til at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran í Vestmanna, Eiðis, Kvivíkar- og Sunda kommunu? Søkt verður eftir fólki at arbeiða í dagvaktum, kvøldvaktum, náttarvaktum og í vikuskiftum. Sí nærri kunning og send umsókn á…

Flaggdagsrøðan hjá Magnus Gaard

Góðu Vestmenningar Stóra takk fyri hendan heiðurin og hetta høvið, at bera fram nøkur orð á hesum hátíðardegi fyri merkinum. Júst hendan dagin fyri 82 árum síðan í 1940, varð merkið viðurkent sum okkara flagg av bretska hervaldinum. Jens Olivur Lisberg og aðrir góðir menn høvdu – meira enn tjúgu ár frammanundan í Keypmannahavn –…

Skráin til Válan í Vestmanna

Nú styttist, til vit øll fara at vála. Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll. Konsertirnar byrja stundisliga og varða umleið 30-40 min hvør.   Skráin er hendan: 20:00 Dubultkvartettin 21:40 20:20 Lena & Niclas 22:00 20:40 Jens Marni 22:20 21:00 Høgni Lisberg 22:40 21:20 Frændur 23:00   Á fyrsta konsertstaðnum, tú fert á,…

Flaggdagshaldið 2022

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 15.00. Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin. Magnus Gaard, stjóri í Miðnám, heldur røðu. Vestmanna Sangkór luttekur og vit syngja felagssang. Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður flaggdagsrenning. Renniteinarnir eru teir somu sum undanfarin ár og síggjast herundir. Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt…

Eldrafelagið og Dagtilhaldið útferð til Miðvágs og Sandavágs

  Eldrafelagið Vesturskin og Dagtilhaldið skipa fyri útferð til Gamla Hotelli í Miðvági (Magenta) og Fiskastykkið í Sandavági Mikudagin 27. apríl 2022. Farið verður av torginum kl. 11.00 Kostnaður er kr. 300,- fyri hvønn íroknað kostnaðin er ein tveyrættað menu á Magenta, og kaffi/køka á Fiskastykkinum í Sandavági. Tilmelding í seinasta lagi mánadagin 25. apríl…

Leki á vatnleiðing

Arbeitt verður uppá vatnleka niðanfyri gomlu kommunuskrivstovuna. Vatnveitingin til Útibø kann tí gerast óstøðug og til tíðir vera burtur. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi umvælingin verið liðug.