Leki á vatnleiðing

Arbeitt verður uppá vatnleka niðanfyri gomlu kommunuskrivstovuna. Vatnveitingin til Útibø kann tí gerast óstøðug og til tíðir vera burtur. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi umvælingin verið liðug.