Hvussu hevur tín grái posi tað?

Gráa ruskposan kenna vit øll, tí hann verður brúktur til dagliga húsarhaldsruskið. Hvørja viku heinta innsavnarar frá IRF gráa posan, og tú varnast alt fyri eitt, hvussu týdningarmikið innsavningararbeiðið er, um ruskið av onkrari orsøk ikki verður heintað. Tí er skilagott at kanna, um tín grái posi livir upp til krøvini í dagførdu reglugerðini, sum…

Føroyskur dansur fyri børn

Í vetur skipar Norðstreymoyar dansifelag fyri barnadansi, fyri børn í øllum aldri.   Nær:          Hvørt sunnukvøld frá kl. 16:30, til kl. 18:00 Hvar:          Í auluni í Vestmanna Skúla   Byrja verður sunnukvøldið 2. oktober.   Ætlanin er at kvøða, hoyra søgurnar úr kvæðunum og spæla spøl saman.

Skrá til bygdarráðsfundin 28. septembur 2022

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 28. septembur 2022, kl. 17:00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 123 Tilmæli frá Teknisku Nevnd til umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 153 og matr. nr. 94a J.nr.: 230022-11-2022   Mál 124 Tilmæli frá Mentunarnevndini um støðumeting av bygningunum – Vestmanna Skúli J.nr.: 8220002-1-2022…

veks bumerki

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi, til Heimatænastuna í VEKS, at seta skjótast til ber. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv, har tú arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, ergoterapeuti og demenssamskipara. Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu. Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar. Arbeiðsstaður Er á/út frá Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi.  sum eisini…

Vegna veður er broyting í skránni í dag

Avlýsing sunnudagin 11. septembur 2022 kl 14:00   Gongutúrur Niðan gjøgnum Fossá og Bjarnadal og haðani niðan á Loysingafjall er avlýstur vegna veður.   Vitja VÍF Kappróður í dag VÍF Kappróður skipar fyri tiltøkunum í Neystinum í dag frá kl 16:00 – 18:00. Innkomni peningurin fer til eitt nýtt fimm-mannafar.   Vestmannadagar 2022  

Guðrið Hansdóttir við bólki

Guðrið Hansdóttir er føroyskur sangari og sangskrivari, sum hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum í nærum 20 ár. Eftir at seinasta útgávan “Painted Fire” kom út, hevur ikki verið so nógv at hoyrt, til songkvinnuna. Í ár er hon komin sterkt aftur við eini nýggjari útgávu, við heitinum “Gult myrkur”. Í Silkienni fer…