Pauli T. Petersen farin frá sum borgarstjóri

Á fundi tann 02. septembur 2022 viðgjørdi bygdarráðið skrivið frá Paula Trond Petersen um at verða loystur úr starvinum sum borgarstjóri. Vestmanna Bygdarráð einmælt samtykti at loysa Paula Trond Petersen úr starvinum sum borgarstjóri í Vestmanna Kommunu.   Ein heilsan frá Paula Trond Petersen. Eg havi boðað kommunustýrinum í Vestmanna frá, at eg leggi frá…

Nýtt starvsfólk í móttøkuni

Í gjár, tann 01. septembur, byrjaði Laila Símunardóttir Hansen í starvið hjá Vestmanna Kommunu. Hon fer at manna móttøkuna saman við verandi starvsfólkið. Harumframt fer hon at starvast við talgilding. Laila er útbúgvin professiónsbachelor innan almenna fyrisiting, og hevur drúgvar og góðar royndir innan tað almenna.

Fyribyrgjandi venjingar fyri borgarar 67+

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur. Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða í Burn: venjingarmiðstøðin í kappróðrarneystinum.   Týsdag og fríggjadag kl. 10:30 – 12:00   Byrjað verður týsdagin 6. september 2022. Tilmelding fer fram á staðnum.   Kostnaður og gjaldstreytir Borgarin rindar til Burn Fitness: kr.  199 pr. mánað (limagjald),…

Eyka bygdarráðsfundur 02. septembur 2022

Eyka bygdarráðsfundur verður fríggjakvøldið 02. septembur 2022, kl. 20.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 119 Skriv frá Paula Trond Petersen um at verða loystir úr starvinum sum borgarstjóri. J.nr.: 22002-3-2022   Mál 120 Skipan av bygdarráðnum 22042-1-2022   Mál 121 Val av nevndum 22042-1-2020   Mál 122 Setanarbrøkur…