Fíggjarætlan fyri 2023 samtykt
Góðu vestmenningar Á bygdarráðsfundi 23. nov. 2022 samtykti Vestmanna Bygdarráð fíggjarætlanina fyri 2023, sum er merkt av stórum íløgum í bátabrúgvar, nýggj gravarpláss og fyrireikingar í samband við at Vestmanna Skúli stendur fyri eini høvuðsumvæling. Skattaprosentið verður óbroytt 21,25%. Barnafrádrátturin verður verandi á kr. 5.000. Gjaldið fyri barnaansing verður tað sama, umframt at hvør familja…