Góðu vestmenningar
Á bygdarráðsfundi 23. nov. 2022 samtykti Vestmanna Bygdarráð fíggjarætlanina fyri 2023, sum er merkt av stórum íløgum í bátabrúgvar, nýggj gravarpláss og fyrireikingar í samband við at Vestmanna Skúli stendur fyri eini høvuðsumvæling.
Skattaprosentið verður óbroytt 21,25%.
Barnafrádrátturin verður verandi á kr. 5.000.
Gjaldið fyri barnaansing verður tað sama, umframt at hvør familja framvegis bert rindar stovnsgjald fyri eitt barn.
Høvuðstøl í fíggjarætlanini:
Samlaðu inntøkurnar hjá Vestmanna Kommunu eru í 2023 mettar at vera 72.096.000 kr., sum í høvuðsheitum eru býttar soleiðis:
Inntøkur
Persónsskattur | kr. 52.010.000 |
Flyting frá landinum vegna eldraøki | kr. 17.286.000 |
Partafelagsskattur | kr. 2.800.000 |
Samlaðar inntøkur | kr. 72.096.000 |
Útreiðslur
Rakstur av kommununi | kr. 40.769.000 |
Flyting til eldraøki | kr. 19.363.000 |
Rentustuðul | kr. 725.000 |
Rentur | kr. 500.000 |
Samlaðar útreiðslur | kr. 61.357.000 |
Íløgur
Eftir til íløgur | kr. 10.587.000 |
Søla av fastogn | kr. 2.977.000 |
Samlað til íløgur | kr. 13.564.000 |
Avlop á kr. 152.000 fer til niðurgjald av skuld.
Raðfestingar í 2023
Góðar 13,5 mió. kr. eru settar av til íløgur í 2023.
Mentunar- og trivnaðarøki
Barna- og umgdómsøkið verður aftur uppraðfest komandi fíggjarár.
Dagstovnaøkið fær reiðskapsskúr og nýggjar útileikur, umframt at økið um barnagarðin verður víðkað. Lønarútreiðslurnar á dagstovnaøkinum eru uppraðfestar í samband við at 1. flokkur fær styttan skúladag.
Umframt nýggj vindeygu er Staðið uppraðfest við einum leiðara burturav, sum skal menna ungdómshúsið við enn fleiri tilboðum.
Vestmanna Skúli er slitin og tilgongdin til eina høvuðsumvæling heldur áfram. 1,5 mill. kr. eru settar av til fyrireiking av verkætlanini.
Bókasavnið og skiftið til LED-ljós í skúlanum er raðfest, og flokshølir verða dagførd við nýggjum innbúgvi, umframt at peningur er setur av til luftkøliskipan til flokkshølið omanfyri svimjihylin.
Nýggj bílingsskeltir eru aftur raðfest komandi ár.
Havnin
Størsta íløgan í 2023 er á havnaøkinum, og eru góðar 4,5 mill. kr. settar av til útvegan av tveimum nýggjum bátabrúgvum, umframt dýping av bátahylinum v.m.
Neystið í Grótbrotinum í Stóragerði er raðfest, og iltfløskurnar hjá Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði verða dagførdar.
Tekniska økið
Knappar 3,3 mill. kr. eru settar av til útvegan av fleiri gravarplássum, umframt at økið kring Minnisvarðan er raðfest við eini minni upphædd.
Høvuðsraðfestingin á tekniska økinum er í samband við vatntrupulleikar, og er slakar 800.000 kr. settar av, umframt at raksturin til vegir, vanveiting og kloakk hækkar munandi komandi ár.
Fiskastykkið við John´sa handil er raðfest og verður gjørt liðugt komandi ár.
Annars eru avsettar størri og minni upphæddir til:
- Endurgjald fyri lendir
- Ferslutrygd
- Gongubreyt
- Viðlíkahald av gøtum
- Gjógvaráætlanin
- Fríðkan av bygdini
Vegna Vestmanna Bygdarráð
Bjørg á Rógvi, borgarstjóri