Ólógligt at senda neyðrakettir sum fýrverk

Á nýggjárinum er vanligt at síggja neyðrakettir blíva skotnar upp. Men Vestmanna Sløkkilið minnir á, at neyðrakettir eru ein vandamikil møguligur eldásetari.   Tað er ólógligt at senda neyðrakettir til stuttleika. Tær eru einans ætlaðar at brúka í neyðstøðum.   Um neyðrakettir/-bluss o.l. skal beinast burtur, kann hetta latast inn á Skilagátt.   Skilagátt