BRIM skipa fyri stuðulskonsert 6. mai

Brim skipa fyri stuðulskonsert 6. mai í samband við konsertferð til Onglands. Vestmanna Kommuna stuðlar tiltakinum.   Brim skriva soleiðis: Meet the puffins!! fer aftur til Liverpool at framføra á International Beatleweek 2023. Í fjør fingu vit tann heiður at gerast fyrsti føroyski bólkurin, sum spældi á hesum ótrúliga festivali, og fyriskipararnir vóru sera væl…

Mentanar- og ferðavinnumennari til Vestmanna kommunu

Vestmanna fer nú veruliga undir at skipa mentanarøkið og ferðavinnuøkið. Tí leita vit eftir einum skikkaðum og ídnum fólki, ið kann lyfta uppgávuni. Talan er um eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, sum mennarin sjálvur verður við til at skapa. Starvið er tíðaravmarkað til tvey ár við møguleika fyri leingjan av starvssáttmálanum.   Vit síggja fyri…

Kanning um ferðavinnu og menning

Vestmanna kommuna hevur gjørt kanning um ferðavinnu- og menningarúrslit fyri kommununa. Kanningin leggur grund undir arbeiði við at menna kommununa enn meira. Ein uttanhýsis verkætlanarleiðari, Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, hevur staðið fyri arbeiðinum saman við umsitingini. STÓRUR DENTUR HEVUR VERIÐ LAGDUR Á BORGARANS YNSKI 199 fólk hava svarað einum spurnarblaði. Harumframt vóru 6 vestmenningar í fokusbólki,…