Mentanar- og ferðavinnumennari til Vestmanna kommunu

Vestmanna fer nú veruliga undir at skipa mentanarøkið og ferðavinnuøkið. Tí leita vit eftir einum skikkaðum og ídnum fólki, ið kann lyfta uppgávuni. Talan er um eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, sum mennarin sjálvur verður við til at skapa. Starvið er tíðaravmarkað til tvey ár við møguleika fyri leingjan av starvssáttmálanum.   Vit síggja fyri…

Kanning um ferðavinnu og menning

Vestmanna kommuna hevur gjørt kanning um ferðavinnu- og menningarúrslit fyri kommununa. Kanningin leggur grund undir arbeiði við at menna kommununa enn meira. Ein uttanhýsis verkætlanarleiðari, Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, hevur staðið fyri arbeiðinum saman við umsitingini. STÓRUR DENTUR HEVUR VERIÐ LAGDUR Á BORGARANS YNSKI 199 fólk hava svarað einum spurnarblaði. Harumframt vóru 6 vestmenningar í fokusbólki,…

Hekliskeið á bókasavninum

Eva Gunnarsdóttir Joensen og Tony í Lon skipa fyri Hekliskeið á Bókasavninum hósdagin 4. mai kl 17:00 – 19:00. Tit læra at hekla ymiskt, so sum: rondellur, vaskiposar ella fruktposar, o.s.fr. –  Alt, ið er burðardygt.   Á skeiðnum lærir tú at hekla hesar serligu maskurnar umframt allar hinar vanligu: Reliefstangmaskur Mynstur við V maskum…

Rørslureikan 2023

Rørslumánaðurin varð skotin í gongd í gjár við yoga og flogbólti, og heldur fram við tiltøkum allan mai. Tað er Sára Jógvansdóttir ið stendur fyri Rørslureikan. Vestmanna Kommuna stuðlar átakinum við kørmum og mentanarstuðli. Rørslureikan er eitt heilsuátak fyri øll. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, sum stuðla undir heilsuna hjá borgarum í Vestmanna.…