Burturbeining av oljufýrsskipan

Neyðugt er at seta seg í samband við IRF, ÁÐRENN oljufýrsskipanin verður tikin niður. Sambært nýggjari reglugerð fyri stuðul til niðurtøku og burturbeining av oljufýrsskipan, sum Umhvørvisráðið hevur lýst at galda frá 1. juli 2023, kunnu privatir borgarar, sum eiga sethús ella sethúsaeind, fáa stuðul til at taka niður og burturbeina oljufýrdar hitaskipanir. Les meira um…