Minningarhald teirra sjólatnu mikudagin 1. november
Minningarhald teirra sjólatnu verður í kirkjuni mikudagin 1. november kl. 17 við Maria Jørðdal Niclasen, presti. Vestmanna sangkór framførir og Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.
Minningarhald teirra sjólatnu verður í kirkjuni mikudagin 1. november kl. 17 við Maria Jørðdal Niclasen, presti. Vestmanna sangkór framførir og Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.
Vegna arbeiði, verður óstøðugt vatntrýst í Heygalíð frá týsmorgunin 24. oktobur 2023 frá kl. 8:00 og so leingi arbeiðið varðir.
Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 26. oktobur 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 221 Eykajáttan til rentustuðul – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022 Mál 222 Eykajáttan til tannklinikk – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022 Mál 223 Umraðfesting av játtan til Kirkjugarðar – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022 …
Borgarar í Vestmanna skipa fyri seyðasýning í morgin, leygardagin 21. oktober kl. 11:30 Vestmanna kommuna stuðlar tiltakinum. Nærri kunning sæst her.
Neyðugt er at seta seg í samband við IRF, ÁÐRENN oljufýrsskipanin verður tikin niður. Sambært nýggjari reglugerð fyri stuðul til niðurtøku og burturbeining av oljufýrsskipan, sum Umhvørvisráðið hevur lýst at galda frá 1. juli 2023, kunnu privatir borgarar, sum eiga sethús ella sethúsaeind, fáa stuðul til at taka niður og burturbeina oljufýrdar hitaskipanir. Les meira um…
Almanna- og Mentamálaráðið skrivar soleiðis: Í kvøld 18. oktober 2023, handar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2023. Miðnám í Vestmanna, sum heldur til á Fjarðarvegi 4, verður karmur um hátíðarhaldið, sum verður kl. 19.00. Tríggjar virðislønir verða handaðar: Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr.…
MEST fer nú undir at rudda økið við bedingina í Vestmanna, sum seinastu mongu árini hevur ligið stilt. Ætlanin er at varðveita ein part av spælinum, sum Skipasmiðjan keypti brúkt beint eftir kríggið, og at seta spælhúsið í stand. MEST upplýsir – uttan at avdúka í smálutir – at nýumvælda spælhúsið skal verða…
Vegna arbeiði, verður óstøðugt vatntrýst í parti av Niðara Vegi. Vatnveitingin kann væntast at verða støðug aftur á middegi.
Vegna ov lítla undirtøku verður heilsufótbólturin fyribils avlýstur. Tilboðið verður boðið út aftur í vár 2024. Heilsufótbóltur 60+
Vestmanna kommuna hevur tríggjar søguligar træbátar í varðveitslu. Nú verða tey bæði neystini, sum eru nærmast Krambúðini, sett í stand, so onkur av bátunum kann standa væl. Nótabáturin Fyrr í tíðini var vanligt at kasta nót eftir seiði fram við landi í Vestmanna. Til hetta endamál vóru smáir bátar brúktir, tríbekkir og tristar. Hesin…