30 km/t á parti av Fjalsvegi
Vestmanna kommuna skal hervið boða frá, at ferðavmarkingar uppá 30 km/t er sett á Fjalsvegi frá Ovara Vegi út um tey ytstu húsini. Ferðavmarkingin er víst við skeltum.
Vestmanna kommuna skal hervið boða frá, at ferðavmarkingar uppá 30 km/t er sett á Fjalsvegi frá Ovara Vegi út um tey ytstu húsini. Ferðavmarkingin er víst við skeltum.
Vegna arbeiði, verður skrúva fyri vatnveitingini til Heygalíð í dag, týsdag 14. november 2023, frá klokkan 13:00 og til arbeiðið er liðugt.
Mikukvøldið tann 8. november 2023 varð ein týðandi varði reistur í Ungdómshúsinum, tá bygdarráðið, leiðslan og starvsfólkini, fyri fyrstu ferð í søgu Staðsins, bjóðaðu næmingunum úr 6. flokki at gerast ein partur av Mentan sum klekingaramboð ætlanini. Hetta tiltakið markeraði byrjanina á royndartíðarskeiðinum fram til ársskiftið, har vit leypandi fara at meta um, hvussu…
Vegna arbeiði, verður skrúva fyri vatnveitingini til Hallarveg í morgin, fríggjadag 10. november 2023, frá klokkan 08:00 og til arbeiðið er liðugt.
Heimatænastan í VEKS søkir eftir stjóra. VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu. Til tess at framtíðartryggja eina neyva og dygdargóða eldratænastu, skal stjórin, saman við stýri og leiðslubólki, seta kós, og skipa eldraøkið komandi árini. Stjórin hevur yvirskipaðu, bygnaðarligu, fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av VEKS. Vit ímynda okkum at…
Í samband við at miðstaðarøkið verður gjørt klárt til asfaltering, verður planerað nú og í vikuskiftinum. Heitt verður tí á fólk um at flyta bilarnar av økinum og ikki at parkera har. Byrjað verður at asfalterað mánadagin.
Sum fólk helst hava varnast, standa nógvar keylur, har Fipur til heimið hevur fresað fyri. Brek er á asfaltfresaranum, og Fipur til heimið bíðar í løtuni eftir eykaluti til fresaran. Tí hevur ikki verið asfalterað í eina tíð, men vónandi kemur skjótt gongd á aftur asfalteringina. Fipur til heimið heitir á fólk um at halda…
Skattalistin fyri árið 2022 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 3. november til og við 17. november 2023 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.