Fíggjarætlan fyri 2024 samtykt við skattalætta og hægri barnafrádrátti

Onnur viðgerð av fíggjarætlanini 2024 varð á bygdarráðsfundi í gjár. Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt á bygdarráðsfundinum hóskvøldið 23. novembur 2023. Skattaprosentið fyri 2024 lækkar frá 21,25 til 21,15, og barnafrádrátturin hækkar úr kr. 5000 til kr. 5.500. Stovnsgjaldið, har foreldrini bert rinda fyri eitt barn, er óbroytt. Øll fíggjarætlanin verður løgd út fyrst í desembur…

Jól í Vestmanna 

Fram til Jóla eru fleiri tiltøk í Vestmanna, sum vit kunnu gleða okkum til.   Ley. 18. nov. kl. 16.00 – 19.00  Jólamyndir í Vestmanna  Jólamyndatøka í Vestmanna. Bílegg pláss á ditte@veingir.com ella skriva beinleiðis til Jólamyndir í Vestmanna  Sun. 19. nov. kl. 14.00 Jólafest fyri børn í Missiónshúsinum Jólafest fyri børn verður í Missiónshúsinum.…

Nýstovnað felag ætlar at gera ein mentanardepil í Vestmanna

Vestmanna bygdarráð samtykti einmælt á fundi tann 15. novembur 2023 at selja faktorhúsini, pakkhúsið og hjallin til felag undir stovnan hjá Jonhard Mikkelsen. Freistin at senda inn uppskot var tann 3. novembur í ár. Nevnda felag sendi inn útgreinað uppskot. Málið er at gera Fitjar til ein mentanardepil – ikki bara fyri vestmenningar, men ein,…

Skrá til bygdarráðsfundin 23.11.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 23. novembur 2023, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 231 Stuðulspolitikkur fyri Vestmanna kommunu J.nr.: 1002-3-2022   Mál 232 Reglugerð fyri flogfenaðhald J.nr.: 900002-1-2023   Mál 233 Val av umboð í Tilbúgvingarnevndina J.nr.: 22042-1-2020   Mál 234 Umsókn um marknaumskipan ímillum matr. nr.…

Løggilding veitt til vatnveitingina

Vatnverkið í Vestmanna veitir vatn til á leið 1250 fólk. Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av vatnverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis…

Jólatræið verður tendrað

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 24. november kl. 17:00   Laila Haldansen, forkvinnan í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin og Steintóra Gleðisheygg Joensen heldur røðu. Hornorkestrið, Vestmanna Sangkór og Barnakórið framføra nøkur jólaløg.   Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið.   Tá ið haldið á…