Vatnverkið í Vestmanna veitir vatn til á leið 1250 fólk.
Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av vatnverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis er skráseting, vatnsýnistøkur, innaneftirlit v.m. skjalfest.
Vestmanna er tann 15. kommunan sum fær hesa løggilding.
Mynd frá vinstru: Hjørdis H. Jensen, eftirlitsfólk, Jacoba Langgaard, eftirlitsfólk, Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, Jákup Durhuus, Tekniska Deild og Torbjørn Egholm, arbeiðsformaður