Læknaviðtalan í summarfrí

Læknaviðtalan í Vestmanna er í summarferiu frá 24. juli til og við 18. august. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp ella bílegging av heilivági hetta tíðarskeið, kann ringjast til kommunulæknan í Kollafirði á tlf 302420. Heimasíðan minlaekni.fo hjá viðtaluni í Vestmanna er ikki virkin hettar tíðarskeiðið.

Kommunuskrivstovan í summarfrí

Vegna summarfrí er kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 17. juli 2023. Opið verður aftur mánadagin 7. august 2023 kl. 09:00.   Eru átrokandi boð um jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi, kann ringjast á telefon: 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297200.

Kom við í skránna til Vestmannadagar 2023

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtøktu vestmannadøgunum. Teir verða frá hósdegnum 7. til sunnudagin 10. septembur 2023   Í ár verða nøkur nýggj og spennandi tiltøk á skránni, hóast sumt er afturvendandi, eitt nú grill við skúlan og  hugnaligi morgunmaturin í ítrottarhøllini. Sum nakað nýtt vera dagarnir deildir upp í økir. Vit kunnu nevna,…

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna at byrja 2. oktober 2023, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv. Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur. Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini…

Týning av skøru

Vestmanna Kommuna heldur áfram við at týna skøru. Í hesum sambandi verður heitt á íbúgvar í kommununi um at boða frá, hvar skøra er, soleiðis at týningin gerst so munadygg sum gjørligt. Boðast kann frá á tlf. 770 100 ella vestmanna@vestmanna.fo Sí nærri kunning frá Umhvørvisstovuni um skøru her.

Skrúvað verður fyri vatninum

Dagføring 03.07.23 kl. 11.45 Arbeiði er liðugt!    Arbeitt verður uppá vatnleka á Niðara Vegi.   Skrúvað verður fyri vatninum í dag – frá Fossá og úteftir til Niðara Veg 35. Hetta er galdandi mánadag 3. juli 2023, frá klokkan 10:00 og til arbeiðið er liðugt.

Ung í arbeiði í Vestmanna kommunu

Eins og undanfarnu ár varð skipað fyri átakinum ”Ung í arbeiði” í Vestmanna kommunu. Arbeitt var í viku 26, og vóru tað 14 raskir ungdómar, sum hesa ferð vóru við til at fríðka um í kommununi. Arbeiðsmennirnir skipaðu fyri ymsum arbeiðsuppgávum til vikuna, og arbeitt varð væl og miðvíst. Vestmanna kommuna vil við hesum takka…

Ocean Endeavour á Vestmanna

Í morgun legði Ocean Endeavour at á Vestmanna Havn. Skipið fer at liggja við kai, tað mesta av degnum í dag. Ocean Endeavour er stórsta ferðamannaskipið, sum hevur verið á Vestmanna. Skipið kemur úr Portugal og við umborð eru 198 ferðafólk. Flest av teimum ferðandi eru úr Canada. les meira um skipið her.