Burturbeining av leivdum frá fletting

Visti tú, at leivdir frá fletting kunnu dálka illa? IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur. Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar.   Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:…

Gøtuljós óvirkin á Rógvuvegi

Boða verður frá, at í samband við arbeiðið at leggja fiburnet, er ólag á gøtuljósskipanini á Rógvuvegi. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan.   Fiburnet til Vestmanna Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár. Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing,…

112 dagur í Gjáarlon og Látipípuni

Fríggjadagurin 22 september var ein heldur ørvísi dagur fyri børnini, sum ganga í Gjáarlon og Látipípuni. Har varð skipað fyri einum 112 degi. Børnini fingu vitjan av Vestmanna sløkki- og bjargingarliði, sjúkrabili og løgregluni.   Børnini og barnsligar sálir vóru ógvuliga spent at sleppa at síggja og sita í hesum akførum og ikki minst at…

Skrá til bygdarráðsfundin 28.09.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 28. septembur 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 208 Uppskot til varalim til Barnaverndanevndina í VEKS J.nr.: 22042-1-2020   Mál 209 Eykajáttan til grind – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022   Mál 210 Umraðfesting av játtan til Talgildu Føroyar – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022…

Vestmannadagar 2023 – Takk fyri í ár

Aldrin áður hava so nógv verið savnaðið á Vestmannadøgunum sum í ár. Vit takka fyri góðu móttøkuna og gleða okkum longu til viku 36 í 2024. Sí myndir frá døgunum niðast í skrivinum. Vit síggjast aftur til Vestmannadagar 5. – 8. septembur 2024.   Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, førdi fram røðu til felags morgunmatin.…

Studio Magnussen á Staðnum

Ungdómshúsið Staðið hevur seinastu tíðina umvælt og nútíðmansgjørt upptøku- og umvarpshølini, ið Pauli Magnussen sjálvur hevur uppbygt og lagað til. Á Vestmannadøgunum 2023 lótu nýggju hølini uppaftur, og nýggja navnið á studiounum varð avdúkað. Sí sjónband frá Staðnum her.     Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, førdi fram røðu. So fer tað at snúgva seg…