Aldrin áður hava so nógv verið savnaðið á Vestmannadøgunum sum í ár. Vit takka fyri góðu móttøkuna og gleða okkum longu til viku 36 í 2024.
Sí myndir frá døgunum niðast í skrivinum.
Vit síggjast aftur til Vestmannadagar 5. – 8. septembur 2024.
Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, førdi fram røðu til felags morgunmatin.
Góðu Vestmenningar
Vegna Vestmanna kommunu skal eg bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin. Sum forkvinna í mentanarnevndini havi eg fingið heiðurin at siga nøkur orð her í morgun. Eg takki fyri høvið. Tað er ikki so ofta, at mann hevur so nógvar áhoyrarar.
So hittast vit aftur til hugnaliga morgunmatin á Vestmannadøgunum. Tað er so sera stuttligt at síggja tykkum øll somul vera møtt so fjølment. Fleiri búsitandi í Vestmanna, men eisini fleiri, ið hava hug at vitja heimbygdina, og sum eru komin langvegis. Vit hava øll somul sett okkum tíðina av til hesa løtuna, sum ítróttahøllin í Vestmanna er karmur um. Ítróttahøllin verður ikki einans nýtt til ítrótt av ymsum slagi, men er eisini væl egnað til løtur líkar hesari, tí hon kann hýsa so nógvum fólkum á gangin. Hon skapar fjølbroytni, og vit eru eisini øll ymisk, ið her eru møtt. Og tað er eisini ymisleikin, ið ger tað hugnaligt og áhugavert at vera saman; ein ymisleiki, ið klæðir okkum.
Hesin morgunmatur, ið er sera væl vitjaður, og sum vit eru mong, ið gleða okkum til. Vit gleða okkum til at hittast og práta. Kanska síggja vit onkran, ið vit ikki hava sæð í longri tíð, og fáa eitt ella fleiri góð prát.
Talgilda tíðarrákið er floymt yvir okkum, og alnótin hevur tikið valdið á okkum. Vit síggja ikki týdningin í at hyggja hvønn annan í eyguni. Vit sita og hyggja inn í hvør sín skerm – eisini meðan vit samskifta – men tá fáa vit ikki eygnakontaktina og ikki minst kropsmálið, ið er so sigandi og gevandi. Samrøðan og samveran fána. Vit sita í hvør sínum heimi aftan fyri hvør sín skerm. Tó tykjast tey, sum eru fjart frá okkum í øðrum londum kanska so nær sum aldrin fyrr, og tað er gott.
Júst tað at vera saman, hevur alstóran týdning. Tað at hugna sær saman, práta, flenna, at hyggja hvønn annan í eyguni ger, at vit trívast. Vit eru øll eisini gjørd varug við hvønn týdning, ið júst trivnaðurin hjá tí einstaka hevur. Eg hugsi, at øll kenna ABC fyri sálarheilsu, ið Fólkaheilsuráðið hevur varpað ljós á. Har júst tað at vera saman er eitt av lyklaorðunum fyri góða sálarheilsu. Ver virkin, ver hugbundin og ver saman. Hesi slagorðini fyri ABC SÁLARHEILSU hava vit eftir mínum tykki høvi at fremja í verki nú á Vestmannadøgunum.
Trivnaður – tað at fólk trívast og føla seg sum part av einum góðum felagsskapi – hevur alstóran týdning fyri einstaka menniskjað. Bæði børn, ung sum eldri. Nú eru vit virkin, hugbundin og saman um nakað. Og eg eri vís í, at tað ikki einans verður hesar dagarnar, ið vit fáa gleði av tí. Vit fara at hava teir í minninum. Práta um teir, nú vit eisini ganga ímóti myrkari tíðum, og kanska tað, at vit fara at leingjast eftir ljósu summarnætrunum, ger, at vit við gleði kunnu minnast á Vestmannadagarnar – og ikki minst gleða okkum til komandi ár, tá teir aftur verða. Helst eitt sindur øðrvísi enn í ár, tí tað er altíð okkurt, ið kundi verið gjørt øðrvísi, ella okkurt hugskot, ið onkur kemur við.
Her hava verið fleiri tiltøk higartil, sum hava verið væl vitjað: ikki minni enn tvær listaframsýningar, kappingar, grilling, sjórænaraveiðubingo og so framvegis. Í gjár lótu fyritøkur Inni á Fjør dyrnar upp fyri okkum, og tað riggaði sera væl. Og hvør veit, kanska verða tað onnur, ið fegin vilja vera partur av Vestmannadøgunum komandi ár og skipa fyri onkrum. Vit hava so sera nógv spennandi fólk her í Vestmanna við góðum hugskotum. Livst so spyrst.
Hetta er tíggjunda árið, at Vestmanna kommuna skipar fyri Vestmannadøgum. Eg hugsi, at tað kanska ongantíð hevur havt so stóran týdning at skipa fyri hesum døgum sum nú, sum tíðarrákið er.
Takk fyri, at tit eru so røsk at møta upp til ymsu tiltøkini og framhaldandi góðar Vestmannadagar.