Ungdómshúsið Staðið hevur seinastu tíðina umvælt og nútíðmansgjørt upptøku- og umvarpshølini, ið Pauli Magnussen sjálvur hevur uppbygt og lagað til. Á Vestmannadøgunum 2023 lótu nýggju hølini uppaftur, og nýggja navnið á studiounum varð avdúkað.
Sí sjónband frá Staðnum her.
Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, førdi fram røðu.
So fer tað at snúgva seg um Paula Magnussen – Okkara Paula.
Í 2008 tók Pauli Magnussen við starvinum sum ungdómsleiðari her í Vestmanna.
Við sínum nærlagni hevur Pauli kveikt og birt undir tónlistarfólk í kommununi til at royna seg á teimum føroysku pallunum.
Nógv góð orð kunnu verða søgd um okkara eyðmjúka, trúfasta mentanarsteyra Paula Magnussen – eitt nú skrivaði Sonne Smith soleiðis um Paula: ”Av tí at Pauli Magnussen hevur havt sin eyðsýnda musikalitet við í sínum lívsins viðføri, hevur hesin musikalitetur miðvíst útviklað Paula til ein framkomnan gehør-/ljóðteknikara”.
Í gjøgnum árini hava nógv listafólk funnið leiðina til Vestmanna at fínpussa sangir, tónleikaverk, bass- og gittaralinjur og ja, eisini til at bjarga upptøkum. Fyri okkum, sum dagliga ringja og biðja um hjálp fyri eitt hvørt tónleikabundið, er hann ikki bert ein framkomin gehør-ljóðteknikari.
Nei, hann er eitt tónleikaflogvit og skald, sum kann umskapa sjálvt tað mest ráa tilfarið til eitt satt listaverk!
Ungdómshúsið hevur seinastu tíðina umvælt og nútíðmansgjørt upptøku- og umvarpshølini, ið Pauli Magnussen sjálvur hevur uppbygt og lagað til. I kvøld um eina lítla løtu, fara vit at lata nýggju hølini uppaftur og avdúka nýggja navnið a studiounum til heiðurs fyri Paula Magnussen.
Eg fari at biðja Paula koma upp her á pallin til mín.
Ein glaður Pauli Magnussen viðmerkti, hvussu stoltur hann var av at síggja nýggjar kreftir koma inn og nútíðmansgera ungdómshúsið. Hann takkaði so hjartaliga fyri løtuna og yngsti nýggja ungdómsleiðaranum og starvsfólkunum blíðan býr framyvir.
Les eisini…