veks bumerki

Endurlýsing: Stjóri til VEKS

Heimatænastan í VEKS søkir eftir stjóra. VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu. Til tess at framtíðartryggja eina neyva og dygdargóða eldratænastu, skal stjórin, saman við stýri og leiðslubólki, seta kós, og skipa eldraøkið komandi árini. Stjórin hevur yvirskipaðu, bygnaðarligu, fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av VEKS.   Vit ímynda okkum at…

Fipur til heimið

Sum fólk helst hava varnast, standa nógvar keylur, har Fipur til heimið hevur fresað fyri. Brek er á asfaltfresaranum, og Fipur til heimið bíðar í løtuni eftir eykaluti til fresaran. Tí hevur ikki verið asfalterað í eina tíð, men vónandi kemur skjótt gongd á aftur asfalteringina. Fipur til heimið heitir á fólk um at halda…

Skattalistin 2022

Skattalistin fyri árið 2022 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 3. november til og við 17. november 2023 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.

Skrá til bygdarráðsfundin 26.10.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 26. oktobur 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 221 Eykajáttan til rentustuðul – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022   Mál 222 Eykajáttan til tannklinikk – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022   Mál 223 Umraðfesting av játtan til Kirkjugarðar – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022  …

Burturbeining av oljufýrsskipan

Neyðugt er at seta seg í samband við IRF, ÁÐRENN oljufýrsskipanin verður tikin niður. Sambært nýggjari reglugerð fyri stuðul til niðurtøku og burturbeining av oljufýrsskipan, sum Umhvørvisráðið hevur lýst at galda frá 1. juli 2023, kunnu privatir borgarar, sum eiga sethús ella sethúsaeind, fáa stuðul til at taka niður og burturbeina oljufýrdar hitaskipanir. Les meira um…

Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í Vestmanna í kvøld.

Almanna- og Mentamálaráðið skrivar soleiðis: Í kvøld 18. oktober 2023, handar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2023. Miðnám í Vestmanna, sum heldur til á Fjarðarvegi 4, verður karmur um hátíðarhaldið, sum verður kl. 19.00.   Tríggjar virðislønir verða handaðar: Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr.…