Dýping av bátahylinum

Í næstum verður bátahylurin dýpdur. Tilfarið verður grabbað upp í sandbát, sum síðani grabbar tilfarið úr aftur innanfyri Seglhúsið. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at tilfarið eftirhondini kann leggjast aftur á fjøruna og út við pierinum á Fitjum.   Økið, sum er víst á myndini, verður avmerkt við sperrum og gulum og reyðum…

VEKS fær nú intraskipan!

Leiðslubólkurin í VEKS, fekk mánamorgunin innleiðandi kunning um innanhýsis samskiftis og kunningarskipanina, INTRA, sum verður sett í verk eftir summarfrítíðina, fyri allan starvsfólkabólkin. Intraskipanin er enn ein liður í at samansjóða ymisku starvsfólkaliðini í VEKS, og harvið skipa eina meira einsháttaða tænastu fyri alt tænastuøkið í VEKS. Skipanin er keypt frá Intra, og brøðurnir Jaspur…

Góð undirtøka fyri Rørslureikan

Rørslureikan er eitt átak hjá Mentanarnevndini og Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini, sum hevur til endamáls at stuðla undir heilsuna og trivnaðin hjá vestmenningum við tiltøkum og sosialari samveru. Nógv hevur verið á skránni hesar dagarnar, m.a. hondbóltfitness, eldrakafe, bindikvøld, dipping og hagatúrur. Tikið var væl undir við tiltøkunum, og aldurspennið hevur verið breitt. Rørslureikan var samstundis…

Týning av skøru

Vestmanna Kommuna heldur áfram við at týna skøru. Í hesum sambandi verður heitt á íbúgvar í kommununi um at boða frá, hvar skøra er, soleiðis at týningin gerst so munadygg sum gjørligt.     Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú boða frá á tlf. 770 100 ella vestmanna@vestmanna.fo Sí nærri kunning…

Skrá til bygdarráðsfundin 19.06.2024

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 19. juni 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 290 Eykajáttan til brunatrygd í Vestmanna skúla J.nr.: 30102-1-2023   Mál 291 Endurgjald fyri manglandi barnaansing J.nr.: 10000019-2-2024   Mál 292 Keyp av neystalendi J.nr.: 8202002-4-2024     Bjørg á Rógvi, borgarstjóri Vestmanna 13. juni 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS – Barnsburðarfarloyvi

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna í tíðarskeiðinum 1. september 2024 – 31. august 2025. Talan er um fulltíðarstarv. Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd. Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur. Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Viðkomandi fer í tøttum samstarvi…