Klipping av trøum og runnum

Nú summarið er byrjað, heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki.   Tað er umráðandi fyri trygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur. Trøini skulu klippast heilt inn til mark móti almennum vegi. Um…

Staðið letur upp aftur í dag

Ungdómshúsið Staðið letur upp aftur í dag 11. juni 2024. Øll ung frá 6. flokki til og við 18 ár, eru vælkomin at hugna sær við kreativum verkstovum ella at hugna sær við tónleiki, sjónvarpið, spæla pool, borðspøl, playstation, borðfótbólt, borðtennis o.a.   Les meira her:    

Almennu vesini lata upp aftur

Almennu vesini inni á Fjørð og undir havnaskrivstovuni verða vaskaði í dag. Almennu vesini í kirkjugarðinum verða vaskaði í morgin. Hetta merkir at øll tey almennu vesini hava opið aftur sum vanligt frá týskvøldinum 11. juni 2024. Vesini hava opið frá klokkan 08:00 til klokkan 20:00.

Ruskinnsavningin byrjar aftur

Nú verkfallið er av, byrjar ruskinnsavningin aftur. Vit seta eyka orku inn og heinta gráu húsarhaldsposarnar eftir vanligu rutuni hjá IRF. Møguliga verður tó onkur tillaging gjøgnum vikuna, tí talan er um sera nógvar húsarhaldsposar. Hvítu posarnar heinta vit væntandi aftur í næstu viku. Vit vilja heita á borgarar um at seta húsarhaldsposarnar tætt við…

Reingerðarfólk til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna sóknast eftir tveimum dugnaligum reingerðarfólkum. Ein til Kongskjallaran (frítíðaransingin) at arbeiða 2 tímar um dagin aðru hvørja viku. Eitt barnsburðarfarloyvisstarv til Havnaskrivstovuna og almennu vesini at arbeiða tveir tímar um dagin í eitt ár.   Um størvini Starvið í Kongskjallaranum inniber alla dagliga reingerð av frítíðaransingini. Starvið á Havnaskrivstovuni og almennu vesunum inniber…

Broytt rørsluskrá

Verkfallið krevur, at Rørslureikan verður tillagað nakað.   Pulvurlitirnir, sum skuldu brúkast til litrenningina fríggjadagin, eru tíverri strandaðir í sendingini til Føroya. Kommunan hevur tí valt at útseta litrenninga til á Vestmannadøgunum, sum vera í september.   Broyting er eisini í tiltakinum, badminton í myrkri, sum er í kvøld. Kommunan hevur ikki eins nógvar lýsandi…