Verkfallið krevur, at Rørslureikan verður tillagað nakað.
Pulvurlitirnir, sum skuldu brúkast til litrenningina fríggjadagin, eru tíverri strandaðir í sendingini til Føroya. Kommunan hevur tí valt at útseta litrenninga til á Vestmannadøgunum, sum vera í september.
Broyting er eisini í tiltakinum, badminton í myrkri, sum er í kvøld. Kommunan hevur ikki eins nógvar lýsandi bóltar sum ætlað, so tí verður badmintonspælið skipað, so øll kunnu vera við.
Á trimum banum verður spælt slanga, sum er eitt stuttligt spæl, har bólturin allatíð er í spæl, og har tú rennur yvir á hina síðuna so hvørt tú hevur sligið. Tann, sum ikki rakar bóltin fer úr og so hvørt tynnist við fólkum, og ferðin má setast upp. Spælið er væl egnað til bæði børn og vaksin, sum hava ketjað fyrr. Til smærru børnini eru ballónir, sum er lættari at ketja við. Vit sløkkja ljósið klokkan 17.00 og frá klokkan 18.00 til 21.00 tendra vit ljósið aftur til vanligt frítt badmintonspæl.
Um vikuskiftið verða ymisk útitiltøk, m.a. fótbóltskapping og útiguðstænasta. Um tað ikki viðrar, verða hesi flutt inn. Meira kunning seinni í vikuni.
Mentanarnevndin og Trivnaðar- og umhvørvisnevndin