Broytingar í innsavning eftir ólavsøku – IRF
Húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir mánadag, verða heintaðir týsdagin 30. juli ístaðin.
Húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir mánadag, verða heintaðir týsdagin 30. juli ístaðin.
Sunrid er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 2005, og hevur viðkomandi leiðsluútbúgving og leiðsluskeið. Hon hevur í fleiri ár arbeitt sum deildarleiðari á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, og somuleiðis verið leiðari fyri ymsar stovnar hjá Almannaverkinum. Sunrid á Borg er búsitandi í Kvívík. Uppgávan sum deildarleiðari er fyrst og fremst at virka í einum nýskipaðum bygnaði…
Vegna summarfrí er kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 22. juli 2024. Opið verður aftur mánadagin 12. august 2024 kl. 09:00. Eru átrokandi boð eru um jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi ber til at ringja á telefon: 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297200.
Skilagátt er opið sum vant í summar: mánadag – fríggjadag kl. 16.00 – 18.00 leygardagar kl. 14.00 – 17.00 Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag er stongt.
Vit kenna hana øll – skøran, sum ger okkum øran. Í minsta lagi 6 sløg av skøru vaksa í Føroyum, men tað er einans garðaskøran (Alchemilla mollis), sum veksur alt ov væl og er nærum allastaðni – framvið vegum, áarbakkum, í bønum – ja, allastaðni har hon sleppur, tekur hon yvir. Øll hini skørusløgini eru…
Fleiri enn 900 gravir í Vestmanna eru nú skrásettar og talgildar á netinum. Vit fáa av og á fyrispurningar frá fólki, sum leita eftir ætt, vinum og kenningum, sum ikki eru millum okkara longur, og nú kanst tú leita talgilt. Royn skipanina og leita her: Kirkjugarðar – Vestmanna kommuna Tú kanst leita eftir gravum við…
Kommunan hevur fingið fleiri fráboðanir seinastu dagarnar um trupulleikar av hundum, sum ganga leysir í bygdini. Vestmanna kommuna heitir inniliga á hundaeigarar um at hava hundar sínar í bandi og vísir til galdandi lóggávu: løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 grein…
Tað var ymiskt, hvussu ansingarstovnarnir hjá Vestmanna Kommunu vórðu raktir av verkfallinum hjá Føroya Arbeiðarafelag herfyri. Gjáarlon og Látipípan, sum vanliga húsa vøggustovubørnunum og teimum yngstu barnagarðsbørnunum, lótu aftur í tríggjar vikur. Frítíðaransingin og skúlabólkurin vórðu ikki rakt av verkfallinum. Í gjár, tann 4. juli 2024, samtykti bygdarráðið við 2. viðgerð eina eykajáttan á…
Ungdómshúsið Staðið fer í summarfríð 9. juli 2024. Týskvøldið 13. august 2024 lata dyrnar uppaftur til enn eitt spennandi ár. Hetta vil siga at seinasta kvøld áðrenn summarfrítíðina er nú Fríggjakvøldið 5. juli 2024.
Søkt verður eftir: Deildarleiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í økinum Starvsbrøk 1,0 Vit ynskja at seta teg í starv sum er virkisfús/ur, avbjóðandi og kveikjandi, og sum megnar nógvar uppgávur í einum mennandi umhvørvi. Sum dugir at fáa onnur at gera sítt besta, og samstundis hevur virðing og atlit til…