Sunrid á Borg er sett sum nýggjur deildarleiðari á Grønanesi – VEKS

Sunrid er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 2005, og hevur viðkomandi leiðsluútbúgving og leiðsluskeið. Hon hevur í fleiri ár arbeitt sum deildarleiðari á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, og somuleiðis verið leiðari fyri ymsar stovnar hjá Almannaverkinum. Sunrid á Borg er búsitandi í Kvívík.   Uppgávan sum deildarleiðari er fyrst og fremst at virka í einum nýskipaðum bygnaði…