Leygarkvøldið á Vestmannadøgunum 2024

Leygardagurin er fult í gongd við fjølbroyttum tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Nógv fólk hava leitað sær oman til gomlu bedingina í hesum fagra veðrinum. Frá klokkan 16:00 verður fiskikapping fyri børn og Staðið letur upp fyri teimum ungu. Í Vektarbúðini verður ein áhugaverd bókaframløga við Rigmor Restorff Dam um “Tær góvu lív” við tónum frá…

Bátastevnunevndin fekk ársins herðaklapp 2024

Nógv fólk savnaðust í morgun til felags morgunmatin í høllini, tá ið ársins herðaklapp eisini varð avdúkað.   Bjørg á Rógvi, borgarstjóri segði soleiðis: Hvørt ár heiðrar Vestmanna Bygdarráð einum borgara ella felagsskapi, sum á einhvønn hátt hevur skarða framúr og gjørt okkurt munagott fyri Vestmanna bygd.   Hesaferð vóru fimm í uppskoti at fáa…

Leygardagurin á Vestmannadøgum

Leygardagin 7. septembur byrja vit sum vanligt við morgunmati í høllini. Síðani verður ein heilur dagur við tiltøkum og aktivitetum fyri allar aldursbólkar. Aftaná grillaðan laks og felagssang enda vit kvøldið við einari ógloymandi konsertskrá á gomlu bedingini. Við tónleiki, undirhaldi og góðum mati.   9:30 HØLLIN Felags morgunmatur. Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar…

Myndir frá hósdegnum á Vestmannadøgunum

Ein fantastisk byrjan til Vestmannadagar 2024, hóast Kvívíkar kommuna fór avstað við tepra fótbóltssigrinum, við einum máli – eftir eina spennandi brotssparkskapping. Ein serlig tøkk til Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu, sum var ein sera vælupplagdur og stuttligur dómari – hóast onkrar dømingar vóru løgnar…

Røða borgarstjórans til setanina

Setanarrøða til Vestmannadagar 2024 varð hildin í samband við at Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður fyri MEST og Mouritz Mohr, stjóri fyri MEST handaðu brúksrættinum til bedingina og Spælhúsið.   Túsund, túsund tøkk fyri.   Eg skal fyrst og fremst, vegna bygdarráðið, takka leiðsluni í MEST fyri, at Vestmanna kommuna næstu mongu árini  hevur fingið loyvi…

Fríggjadagurin á Vestmannadøgunum

Í morgin verða øll tiltøkini Inni á Fjørð, og er tað Miðnám og virkini sjálvi, sum skipa fyri. Sum nakað nýtt, fara børn úr Vestmanna skúla at ganga sambaskrúðgongu frá standmyndini av Ólavi á Heygum og framvið virkjunum Inni á Fjørð.   Allan dagin FJØRUKRÒGVIN Tú fær 20% í avsláttri av útvaldum vørum í handlinum…

Hósdagurin á Vestmannadøgunum

Hósdagurin 5. septembur verður hildin omanfyri skúlan og í gomlu bedingini. Nærri fráðgreiðingar eru í skránni niðast í skrivinum.   09:30 DAGSTOVNAØKIÐ Bamsurenning 15:00 – 17:00 HEILSUMIÐSTØÐIN / KONGSKJALLARIN Grill fyri øll Vestmanna hornorkestur og Sergio luttaka. Opið hús í frítíðarstovuni. Kom og vitja fittu seyðaframsýningina, sum 1., 2. og 3. flokkur sjálvi hava gjørt.…