7. flokkur hevur fingið ynskini uppfylt.

Fyrr í ár fekk borgarstjórin vitjan av 7. flokki (nú 8. flokkur) í Vestmanna Skúla. Endamálið við vitjanini var at læra eitt sindur um hvat uppgávan hjá eini kommunu er.   Bjørg á Rógvi, borgarstjórin nýtti samstundis høvi til at spyrja hesi ungu, um tey høvdu nøkur ítøkilig ynski til kommununa og smæddust tey ikki…