Kommunuskrivstovan um jólini

Í sambandi við høgtíðina verður kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 23. desembur 2024. Opið verður aftur fríggjadagin 3. januar 2025 kl 09:00.   Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna um jarðarferð ella trupulleikar við vatnveitingini, vegir, kloakk o.tl. kanst tú ringja á tlf. 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon: 297 200  

Hagtøl fyri uppmøting til bygdarráðsfundir

Hagtøl fyri uppmøting á bygdarráðsfundum hjá Vestmanna Bygdarráði í 2024 eru nú gjørd. Hagtølini verða almannakunngjørd í viðheftu pdf-fílu niðanfyri.   Í 2024 vóru hildnir 15 bygdarráðsfundir og full uppmøting var til 5 av fundunum. Tá ið avboð kemur til bygdarráðsfund, verða boð givin til varalimin. Í 11 av 15 førum fekk varalimur møtt fyri…

Ókeypis svimjing fyri kvinnur 60+

Mentanarnevndin hevur samtykt, at Sarita Funn kann nýta svimjihylin ókeypis til at skipa fyri svimjing fyri kvinnur 60 +.   Soleiðis sigur Sarita um átakið: Allir kvinnuligir vestmenningar 60+ eru vælkomnir at svimja saman við henni í skúlanum: mánadagar og mikudagar klokkan 16:00 – 17:30. Um tú ynskir at melda teg til felagsskapin, kanst tú…