Hagtøl fyri uppmøting á bygdarráðsfundum hjá Vestmanna Bygdarráði í 2024 eru nú gjørd. Hagtølini verða almannakunngjørd í viðheftu pdf-fílu niðanfyri.
Í 2024 vóru hildnir 15 bygdarráðsfundir og full uppmøting var til 5 av fundunum.
Tá ið avboð kemur til bygdarráðsfund, verða boð givin til varalimin. Í 11 av 15 førum fekk varalimur møtt fyri bygdarráðslim.
Fundirnir hjá Vestmanna Bygdarráði byrja við málunum, sum eru fyri opnari hurð, og síðani verða mál fyri afturlatnari hurð viðgjørd. Fundirnir enda við innanhýsis kunning og kjaki.
Í 2024 vórðu 78 mál løgd fyri bygdarráðið, harav 12 mál vóru viðgjørd fyri afturlatnari hurð.
Í miðal vardi hvør bygdarráðsfundur beint niðan fyri 2 tímar.
Sì hagtølini her