Ókeypis lampur á Skilagátt

Allar ljóskeldur í ítróttahøllini eru nú skiftar til LED.   Tey gomlu armaturini eru tó í góðum standi, og eru borgarar í Vestmanna vælkomnir at fáa sær burturav. Armaturini eru á Skilagátt. Upplatingartíðirnar eru frá kl. 16:00 – 18:00 vanligar gerandisdagar og leygardagar frá kl. 14:00 – 17:00. (komandi bátastevnuleygardag er Skilagátt stongt).    

Kirkjugarðurin verður útbygdur

Kirkjugarðurin á Knúgvum verður nú útbygdur. Hetta fer at tryggja gravarpláss komandi áleið 20 árini. Tá ið farið var undir undanarbeiðið til kirkjugarðin á Knúgvum í 1991 var skipað fyri arkitektakapping, og skuldi uppskot gerast fyri alt økið á Knúgvum. Vinnandi uppskotið var frá Gudmundi S. Hansen, arkitekti. Av fíggjarligum ávum var tó valt bara…