Fyrsta ferðafólkaskip í ár
Fyrsta ferðafólkaskipið í Vestmanna hetta summarið, leggur at kai í kvøld. Talan er um marglætisskipið Le Champlain úr Fraklandi. Umborð eru 184 ferðafólk og manningin telur 118. Ímeðan Le Champlain vitjar Vestmanna, fara ferðafólkini undir Vestmannabjørgini og eisini eru skipaðir gongutúrar í bygdini við lokalum frásøgufólki, har steðgað verður ymisk støð, millum annað í Faer…