Fyrsta ferðafólkaskipið í Vestmanna hetta summarið, leggur at kai í kvøld.
Talan er um marglætisskipið Le Champlain úr Fraklandi. Umborð eru 184 ferðafólk og manningin telur 118.
Ímeðan Le Champlain vitjar Vestmanna, fara ferðafólkini undir Vestmannabjørgini og eisini eru skipaðir gongutúrar í bygdini við lokalum frásøgufólki, har steðgað verður ymisk støð, millum annað í Faer Isles Distillery, Krambúðini og í kirkjuni.
Tað serliga, sum júst hetta skipið kann bjóða teimum ferðandi, umframt matstovur, svimjihylar og annað, er eitt undirsjóvarobservatorium, har tey ferðandi kunnu sita og hyggja hvat fer fram undir vatnskorpuni.
Le Champlain fer úr Vestmanna aftur í annaðkvøld.
Vestmanna Havn tekur fyribils móti átta ferðafólkaskipum í summar.