Nógv vatn á vegnum
Tað regnar illa í dag. Hetta hevur við sær, at nógv vatn rennur út á vegirnar. Á Hornavegi er ein stórur hylur á vegnum. Heitt verður á bilførarar um at vera ansnir á vátu vegunum.
Tað regnar illa í dag. Hetta hevur við sær, at nógv vatn rennur út á vegirnar. Á Hornavegi er ein stórur hylur á vegnum. Heitt verður á bilførarar um at vera ansnir á vátu vegunum.
Nú boðað verður frá nógvum vindi um vikuskiftið, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.
Tað verður latið upp fyri tilmelding til nýggja kvøldskúlaárið í dag klokkan 15.00. Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av spennandi tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á hesum leinki: Tilmelding til kvøldskúlaskeið Tilmeldingin endar mánadagin 6. oktober, klokkan 12:00. Leinki til Kvívíkar kvøldskúla…