Borgarstjórar stuðlaðu hondbóltskvinnunum
Flest føroyingar hava sitið rúnabundnir til sjónvarpsskíggjan seinastu tvær vikurnar og hugt eftir leikum, tá ið kvinnulandsliðið hevur skrivað føroyska ítróttasøgu til HM-endaspælið í hondbólti. Eisini høvdu fleiri føroyingar leitað sær til Týsklands, teirra millum Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Landsliðsleikararnir eru úr júst teimum báðum kommununum…

