Flest føroyingar hava sitið rúnabundnir til sjónvarpsskíggjan seinastu tvær vikurnar og hugt eftir leikum, tá ið kvinnulandsliðið hevur skrivað føroyska ítróttasøgu til HM-endaspælið í hondbólti. Eisini høvdu fleiri føroyingar leitað sær til Týsklands, teirra millum Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Landsliðsleikararnir eru úr júst teimum báðum kommununum og tí sótu borgarstjórarnir sjálvsagt millum áskoðararnar til miðumfarið í Dortmund og heppaðu á okkara dugnaligu leikarar. Eisini varð høvið at heilsa uppá leikararnar og siga nøkur orð.
Á myndini niðanfyri sæst Sára Jógvansdóttir saman við vestmenningunum, Lív S. Poulsen og Rannvá Olsen.








