í Miðhøllini í Vestmanna skúla mánadagin t. 18. oktober kl. 18.30 – 20.30.
Ugur Kevioglu, ICDP lærari fyri Barnabata, arbeiðir við at skapa betri trivna í føroysku
skúlunum. Tað ger hann millum annað gjøgnum sokallaða ICDP – háttin, sum hann við
jøvnum millumbili undirvísir lærarum og námsfrøðingum í, og sum hann í næstum fer at
halda fyrilestur um kring landið.
ICDP er ein granskingargrundað ástøðilig tilgongd, ið arbeiðir við menna samspælið
millum børn og vaksin.
Grundhugsjónin í tilgongdini er – sum úrslitini eisini vísa okkum greitt – at besti háttur at
hjálpa einum barni er støðugt at førleikamenna persónar, ið hava umsorgan fyri
barninum.Tá vit hava ein trupulleika við einum barni, hava vit ofta lyndi til at kanna barnið
einsamalt. Vit mugu flyta fokus og hyggja at samskiftinum, sum barnið er partur av. Tá
kunnu vit betra samskiftið, sum barnið er partur av.
Arbeitt verður miðvíst út frá trimum sensitverings meginreglum. Sambært ICDP er tað
góða samskiftið grundað á teir tríggjar dialogarnar, sum fevna um ávikavist tann
kensluliga, meiningsfulla og leiðbeinandi dialogin. Harafturat átta leiðreglum, sum eitt nú
snúgva seg um at vísa gleði fyri barninum, viðurkenna barnið, fanga uppmerksemið hjá
barninum við eldhuga og at skapa karmarnar vegleiðandi.
Hesar átta leiðreglurnar eru kjarnin í, hvussu vit skapa gott samskifti. Øll sambond, vit
hava við onnur menniskju, eru pakkað inn í hesi átta samanspæls temuni.
Við at fylgja hesum, verður ein meira varugur við, hvat børnini siga og gera, og hvat tey
veruliga meina við tí, sum tey siga og gera. Hesin relatiónsførleikin fær yrkisfólk at
umhugsa, hvussu teirra samband veruliga er við børnini. Tí trivnaður kemur bara, tá har
eru góð sambond.
Í Føroyum verður ICDP brúkt sum førleikamenning til nógvar ymiskar fakbólkar: Dagrøkt,
námsfrøðing, lærara og hjálparfólk, og er hesin fyrilestur ætlaður teimum, ið starvast innan
hesi øki.
Fyrilesturin er ókeypis. Ein stuttur steðgur verður til kaffi/te og annað gott.
Tilmelding: arnfrid@barnabati.fo áðrenn t. 12. oktober.