Nú síggjast aftur akfør uttan nummarspjaldur runt um í bygdini.
Vestmanna kommuna heitir á eigararnar, um alt fyri eitt at beina akførini burtur. Er hetta ikki gjørt í seinasta lagið leygardagin 8. februar 2025, verður heitt á løgregluna um at beina akførini burtur fyri eigarans rokning.