Næstu dagarnar fer Hiddenfjord at arbeiða upp á aliringar út fyri kappróðrarneystinum.
Nógv hava varnast, at tveir stórir aliringar liggja á vágni í morgun. Hetta eru aliringar, sum verða umvældir og ringarnir hava hvørki net ella laks í.
Tá ið arbeiðið er liðugt, verða ringarnir fluttir út á opnan sjógv til aling undir vágalandinum.
Eru spurningar, kunnu tit venda tykkum til havnarumsjónarmannin.