Á Vestmannadøgunum 2025 fer Vestmanna bygdarráð aftur at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri onnur og fyri bygdina.
Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 6. september, í samband við Vestmannadagar, tá ið kommunan bjóðar til morgunmat í ítróttarhøllini.
Øll eru vælkomin at senda uppskot til kommuna um hvør hevur uppiborið at fáa ársins herðaklapp.
Í uppskotinum, sum kann sendast uttan navn, skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa Ársins herðaklapp 2025.
Uppskotini kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8 ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi mánadagin 25. august 2025 klokkan 12:00.







